Um AFS

Les um felagskapin, sum broytti heimin.

Søgan

AFS, sum vit kenna tað í dag, hevur eina longri søgu aftan fyri seg. Undir fyrsta og øðrum veraldarbardaga arbeiddi leiðandi fyrstuhjálpartænasta úr American Field Service á hermótinum, har tey hjálptu særdum fólki.

Tey sóu, at vantandi tolsemi og vantandi mentanarlig vitan ofta var orsøk til samanbrestir, harðskap og kríggj, og tað var eisini av teirri orsøk, at tey síðani stovnaðu felagsskapin AFS Intercultural Programs.

Fyrstuhjálpartænastan metti, at mentanarlig vitan var av størsta týdningi, fyri at fáa tann frið í heimin, sum tey so brennandi tráau eftir. Gjøgnum skiftisuppihald lærdu luttakararnir væl og virðiliga um fremmandar mentanir. Teir knýttu persónlig vinabond tvørtur um landamørk, og sostatt varð eisini størri kunnleiki um aðrar mentanir ognaður.

Luttakararnir lærdu eisini, at tað fremmanda ikki endiliga var vandamikið ella hóttandi – bara øðrvísi.

Týdningurin av tolsemi og kunnleika um aðrar mentanir fyri at gera heimin til eitt betri stað, er ikki minkaður gjøgnum árini. Grundleggjandi tankin aftanfyri er minst líka relevantur nú, sum áður. Tað er tað sjálvbodna arbeiðið, sum er kjarnin í tí heimsumfatandi felagsskapinum, sum AFS er vorðin til. Í dag eru fleiri enn 50.000 sjálvboðin í fleiri enn 50 londum. AFS í Danmark varð stovnað í 1957, og sama árið sendu Føroyar sín fyrsta skiftisnæming avstað.

AFS í altjóða høpi

Í altjóða AFS-netverkinum (AFS Intercultural Programs) eru sjálvstøðugir AFS bólkar í fleiri enn 50 londum. AFS er til staðar á øllum heimspørtunum.
Les meira um AFS Intercultural Programs í altjóða høpi við at trýsta her

Endamál
Felagið hevur til endamáls at arbeiða fyri friði við at styrkja medvitið um tað felags menniskjaliga, við at eggja til størri forstáilsi fyri mongu ymisku mentanunum í heiminum, og við at arbeiða við teimum felags vandamálunum, sum hótta heimssamfelagið.

Felagið ásannar, at friðurin er dynamiskur og hóttur av sosialum og búskaparligum órættvísi umframt av politiaskari og átrúnaðarligari intoleransu, bæði millum tær einstøku tjóðirnar, eins og í tí einstaka landinum.

Fyri at røkka endamálinum verður arbeitt við:

  • at familjur, bólkar og ung fólk við ymiskum mentanarligum støði fáa nýggjar avbjóðingar og læra at viðgera tær í felag
  • at eggja øllum luttakarum til at arbeiða á økjum, har tær royndir, tey fáa við AFS upplivingini, kunnu koma øðrum til góðar, og
  • at samstarva við felagsskapum og stuðla átøkum við líknandi endamáli.

AFS í Føroyum

AFS í Føroyum er partur av AFS Interkultur í Danmark. AFS Interkultur er elsti og størsti felagsskapurin  innan altjóða ungdómsskiftisuppihald. AFS er non-profit og er bygt á arbeiði hjá sjálvbodnum. Felagsskapurin er ikki heftur at handisligum, politiskum ella átrúnaðarligum áhugamálum, og endamálið er at arbeiða fyri friði gjøgnum tvørmentaðarligari fatan.

At felagsskapurin er non-profit merkir, at eitt møguligt fíggjarligt yvirskot ongantíð verður til gagns fyri einstakar persónar, men verður í staðin nýtt til at styrkja og betra um tiltøkini innan fyri endamálsrammurnar. AFS Interkultur í Danmark verður stýrt av einari nevnd, sum verður vald á aðalfundinum. Sekreteriatið við ansettum er á Frederiksberg, og fleiri enn 3.500 limir eru í lokalforeiningunum, sum eru spjaddar runt í Danmark, umframt eina lokalforeining í Grønlandi og so okkara í Føroyum.