Sunnudagin 22. mai bjóðar AFS næmingum og vertfamiljunum við á eina spennandi ferð við Norðlýsinum. Siglt verður runt um Hestoynna.

Túrurin verður fyriskipaður av AFS-Føroyum, sum ein part av fleiri tiltøkum, ið eru fyriskipaði fyri næmingunum, sum júst nú eru á AFS í Føroyum. Tó verður hetta tiltakið eisini fyri familjunum, ið júst nú húsa hesum næmingunum.

Nærri kunning um túrin kemur seinni.