Eg eri ein 17 ára gomul genta frá Kollafirði. Eg byrjaði at søkja um at sleppa á AFS í Oktober 2015. Hvat land eg vildi til, visti eg ikki, men tað endaði við at eg valdi Italia.
Tann 21. apríl 2016 var eg umborð á Nørruni, áveg heim eftir eina heilt fantastika námsferð í Íslandi saman við 10. flokki á Skúlatrøð. Eg var blivin sjúk og sjóverki gjørdi bara alt verri.f Vit sótu øll og ótu døgurða í matarsalinum, eg sat saman við trimum vinkonum, tá eg valdi og ringja til mammu og grenja, tí eg var so illa fyri. Veit ikki hvussu synd mamma tók í mær, men hon hevði í hvørtfall góðar nýggjheitir. Hon spurdi um eg hevði fingið teldupost, tað visti eg ikki, tí eg hevði ikki havt internet tann dagin. Eg spurdi við eitt “HAVI EG FINGIÐ FAMILJU?!”, eg hevði eitt stórt smíl um alt andliti og segði tað eitt sindur ov hart kanska, men líka legði eg í. Mamma visti ikki meir enn at hon hevði fingið eitt sms, sum segði at hon hevði fingið ein teldupost við evninum “Værtsfamilie”. Tá eg legði á sótu øll míni vinfólk og stardu at mær og ein vinkona segði: “Omg, eg fari at gráta, hevur tú fingið eitt sysktinabarn?!”. Tá eg segði at tað “bara” var at eg hevði fingið eina vertsfamilju, var tað ikki so spennandi alíkavæl, øll gløddu at mær, sum var eg býtt.
Eg og mamma fóru til Danmarkar 3. september at vitja systir mína, ið lesur í Århus. Eg gekk húsagongd dagarnir áðrenn fyri at siga farvæl við alla familjuna og hevði hugnakvøld fyri vinfólkum dagin áðrenn eg fór avstað. Eg segði farvæl við beggja mín heima meðan systi og babba komu við okkum á flogvøllin. Túrurin niður var fínur, tað gekk ikki heilt upp fyri meg at eg ikki fór at síggja øll aftur fyrr enn 10 mánaðir seinni. Vit vóru hjá systir míni til 8. septembur. Tá vit fóru víðari til Sælland 9. septembur fóru vit tíðliga upp og tóku toki inn til Keypmannahavnar. Á flogvøllinum møtti eg hinum sum eisini skuldu til Italia. Vit vóru seks úr Føroyum, tvey úr Grønlandi og fimm úr Danmark. Vit innskrivaðu okkara viðføri og gingu víðari yvir til trappurnar, har vit skuldu skiljast frá familjum okkara. Eg klemmaði mammu leingi. Tíbetur slepti hon ikki einum tári tá eg segði farvæl, meðan har vóru arðar mammur, ið ikki kláraðu at hyggja niðan til okkum, tí tær grótu so illa.
Flogtúrurin var fínur, men tað kenndist sum tók hann allar ævir. Eg sat við síðurnar av Anniku og vit sótu og prátaðu mesta av túrinum.
Tá vit komu fram, tók ein AFS sjálvboðin ímóti okkum. Har vóru eisini skiftisnæmingar úr Frankaríkið og ein genta úr Svøríki. Tey skuldu við sama bussi sum vit, til eitt hotel, ið lá í einari lítlari bygd uttan fyri Rom. Eg deildi kamar saman við gentuni úr Grønlandi. Á hotelinum møtti eg nógvum fólkum úr øllum heiminum, og longu tá merkti eg til “AFSEFFECT” – tí eg møtti einari gentu úr New Zealand og einum dreingi úr Portugal, ið kendu hvør sína gentu úr Føroyum, sum hevði verið á AFS. Seinni havi eg møtt einum italienskum dreingi, ið var skiftisnæmingur í Frankaríkið, sum kendi tvær gentur í Føroyum. Eisini møtti eg einum AFS sjálvboðnum, sum kendi eina gentu, ið systi mín hevði gingið í fólkaskúla saman við. Heimurin er so stórur, men tó so lítil.
Familjan hjá mær er ein mamma, ein pápi, tveir beiggjar, ið eru 17 og 24 ár og ein systir sum er 16 ár. Eg eri orduliga góð við familjuna og eg eri heppin við familjuni í mun til onnur. Eg búgvi í einari lítlari íbúð tætt við sentrum í býnum Latina. Latina er ein nýggjur býur, sum bleiv bygdur undir seinna heimsbardaga av Mussolini. Latina er umleið 100 km sunnan fyri Rom og er tætt úti við strondina. Her búgva umleið 120.000 íbúgvar, tá man telur lítlu bygdirnar við.
Eg gangi á ‘náttúrubreyt’ í 4. flokki út av 5. Í teirra versión av miðnám. Eg gangi í skúla frá kl. 8.15-13.15 mánadag-leygardag. Vit hava eitt fríkorter uppá 10 minuttir um dagin. Mín skúli er kendur fyri at vera ein dreingjaskúli, tað vil siga at í mínum flokki eru fimm gentur og tíggju dreingir. Skúlin er ógvuliga ringur at koma inn á og lærugreinarnar eru á høgum støði. Lærarnir eru øgiliga strangir og næmingarnir eru ringir at koma at kenna, tá vit bert hava 10 minuttir fríkorter um dagin og hava eina stóra mál byrging millum okkum. Men eg haldi eg havi fingið nokkso gott forhold til flokkin hjá mær eftir umstøðunum. Alt í alt er skúli skúli, óansæð hvar tú ert í heiminum.
Tá man er sum skiftisnæmingur prøvar man nógv fyri fyrstuferð. Tað eru tey løgnastu tingini sum kunnu gera teg glaðan. At eta italienska pizza, gelato, mozzarella frá buffalo, eta pasta næstan hvønn dag, italienska lasagnu (sjálvt um fastur í Føroyum ger tí bestu). Keypa inn í einum italienskum handli og ikki duga málið, so man brúkar hálvan tíma at finna kardamummu. Bakað piparnøtir við tíni amerkonsku bestu vinkonu, gera rísingreyt við einiari italienskari vinkonu, ið var skiftisnæmingur í Danmark síðsta ár. Síggja sólsetur frá takinum á einum høgum bygningi, uppliva Thanksgiving í Italia (kalkunin og restin av matinum bleiv alt góðkent av einum amerikanara), geva tínum italienku vinum og hinum skiftisnæmingunum turran fisk, salt lakress fiskar og nøtte. Eisini upplivingar sum bara gera at tú vilt heim beinanvegin, sum tá tú vaknar av einum jarðsskjálvta, og eingin skilir hví tú ert bangin. Tá tú liggur við hálsbruna, migrenu og feburi í songini og vilt bara heim at klemma mammu, men alt í alt vinnur tað positiva yvir tí negativa og tú ert glað fyri at tú tók avgerðina at fara, tí nú hevur tú eina nýggja familju, prøva rættan italienskan mat og ikki minst fingið vinir fyri lívið bæði úr Italia og alla arðastaðni í heiminum.
Árið sum skiftisnæmingur er ein glíðibreyt, har eru upp- og niður túrar, men at enda er man glaður fyri avgerðina man tók.






