Navn
Sanna Nolsøe Djurhuus
Føðingardagur
26. septembur 1991
AFS uppihald
San Cristóbal í Venezuela í 2007-2008
Vertsfamilja
Mamma, pápi, javngomul systir og lítlibeiggi
Nú verða skjótt 10 ár síðan, at eg fór út í heim sum AFS næmingur. Áðrenn fráferð var eg spent at sleppa út í heim einsamøll, at læra eitt nýtt mál, at møta nýggjum menniskjum. Men longu fyrsta dagin heima hjá nýggju vertsfamiljuni gjørdist beiski veruleikin klárur fyri mær – eg kendi ongan, eg dugdi ikki at samskifta við tey, maturin var løgin, fólkini høvdu heilt aðrar vanar, eg var hinumegin jørðina – og tað kvøldið stóð eg leingi og græt inniliga undir brúsuni. Eg fór ongantíð at læra spanskt, eg fór ongantíð at trívast, eg fór ongantíð at fáa vinfólk, og eg ætlaði mær heim sum skjótast. Eg skilti snøgt sagt ikki, hví nakar viðmældi hetta, og hvussu nakar megnaði at vera burtur í eitt heilt ár. So byrjaði skúlin, gerandisdagurin sló til, og eitt fet í senn sníkti teirra verumáti, teirra málburður, teirra matmentan, teirra familjulív og teirra hugsunarháttur seg inn um húðina á mær, og eg kendi meg sum partur av teimum.
Tá árið var liðugt, kundi eg ikki ímynda mær, at eg skuldi sleppa øllum hesum, eg hevði lært at elska, og venda aftur til Føroyar. Long tíð er liðin síðan mítt ár sum skiftisnæmingur, men eg merki enn árin av mínum uppihaldi í øllum, eg geri. Eg gjørdist meira sjálvstøðug, tordi at standa við mínar avgerðir, bleiv meira skapandi og lat ikki smálutir órógva ætlanir og dreymar, eg hevði um mína framtíð. Eg bleiv meira tolin og meira góðtakandi, bæði mótvegis mær sjálvari og øðrum. Fram um alt lærdi eg at kenna mínar egnu styrkir og veikleikar, og hetta hevur beinleiðis ført meg til har, eg eri í dag. Eg eri eisini vís í, at eg í langa tíð framyvir fari at fáa gagn av øllum, eg lærdi sum skiftisnæmingur við AFS.