Jón á Steig í Finnlandi

Navn: Jón á Steig
Føðingardagur: 06.11.1994
Land/Býur/Ár: Finnland, Helsinki, 2010-2011
Hví valdi tú AFS?
Eg valdi at fara á AFS, tí eg vildi sleppa at royna at búgva í einum øðrum landi og uppliva mentanina ordiliga. Eg helt at besti mátin at fara var at búgva hjá einari familju og ganga í skúla, so eg kundi læra málið, fáa vinir og eitt persónligt samband við staðnum fyri lívið.
Mál: Finskt
Skúli: Tikkurilan Lukio (Tikkurila Studentaskúli)
Vertsfamilja: Mamma, pápi, systur og beiggi
Fríðtíðarítriv: Hevði eingin serlig frítíðarítriv
Besta uppliving:
Vit fóru við AFS á eina ferð til Lapplands, Norðurfinnland, í eina viku. Í flestu londum bjóðar AFS slíkir túrar, har allir AFS næmingar í landinum/økinum verða bjóðaði við og tað er heilt sikkurt nakað eg viðmæli. Har hittir mann fleiri fólkum úr øðrum londum og mentanum, og mann fær heilt vist betri innlit í ta verðina vit búgva í.
Stórsta avbjóðing:
At skula búgva hjá einari aðrari familju. Tað at skula flyta úr sínum egna heimi, har mann hevur sínar fastar rutinur og har mann kennir seg heima, er ógvuliga ringt. Tað er tíbetur skjótt at læra at mann er komin í húsið sum ein nýggjur familjulimur, heldur enn ein gestur á einum hotelli.
Ráð til komandi skiftisnæmingar:
Sum tey siga á donskum, ”tag ja-hatten på!”. Tað er kanska tað ráðið flestu AFS næmingar vildu givið, tí um mann tekur allar avbjóðingar inn við opnum ørmum, so verður uppihaldið túsund ferðir lættari og stuttligari. Tað er eisini umráðandi at minnast, at hetta er títt uppihald, og at árið er títt ár, sum tú skalt liva fyri teg sjálvan ikki nakran annan.
From one island to another
Hey tit! It's Giulia, also known as Eatalian. I am spending the school year 2016/2017 in the Faroe islands and it has been already more than three months since I arrived, I know, time flies. Since I come from the southern region of Italy (Sicily), the "impact" with...
Skiftisnæmingar 2016
7 august stóðu vit øll spent á flogvøllinum, at taka ímóti komandi skiftisnæmingarnar Paul (Frankaríki), Giulia (Italia) og Blanche (Frankaríki). Næmingarnar blivu heinta nirri í Danmark av tveimum AFS sjálvbodnum, har tey hava verið á eina legu við øðrum...

Túrur við Norðlýsinum
Sunnudagin 22. mai bjóðar AFS næmingum og vertfamiljunum við á eina spennandi ferð við Norðlýsinum. Siglt verður runt um Hestoynna. Túrurin verður fyriskipaður av AFS-Føroyum, sum ein part av fleiri tiltøkum, ið eru fyriskipaði fyri næmingunum, sum júst nú eru á AFS í...

Árliga fyrireikingarlegan 2016
í vikuskiftinum 13.-15. mai verður árliga fyrireikingarlegan hjá AFS. Eins og vanligt hava tey sjálvbodnu í felagsskapinum skipa fyri leguni í Nólsoy. Á leguni koma næmingar at verða fyrireikaðir, til programmini, ið teir skulu byrja uppá, eftir summarferiuna. í ár...

Aðalfundur 16 mars 2016
Aðalfundur hjá AFS verður á Studentaskúlanum í Hoydølum mikukvøldi 16. mars 2016 Uppskot til aðalfundin mugu verða nevndini í hendi seinast 1 mánaða áðrenn fundin. Neyvari verður kunnað um skrá seinni. Vinaliga Nevndin

AFSarar í Røddin Live
Kundi tú hugsað tær at roynt eitt ár sum skiftisnæmingur? Í hesari sendingini tosaðu vit við ung, sum hava verið og eru skiftisnæmingar. Tey greiddu frá teirra góðu og ringu upplivingum. Eisini tosaðu vit við umboð fyri AFS Føroyar. Hoyr greinina niðanfyri (© Røddin...

Loes um binding!
18 ára gamla Loes Vanheake úr Belgia er skiftisnæmingur í Føroyum og fer næstu vikurnar at hugleiða um lívið í Føroyum. Les blogging hjá henni á Røddin (trýst her) Mynd: © Loes Vanhaeke

Ting, tú burdi gjørt, áðrenn tú fert at lesa!
Húgvu á høvdið og liðugt við svøvntroti og reyðum blokkum... og hvat nú? Tað er fantastiskt at gerast liðugur í miðnámsskúla, men tíðin millum miðnámsskúla og hægri lesnað kann lættliga gerast nógv meira spennandi... Les restina av greinini hjá Eir Nolsøe her Mynd: ©...

AFS lýsingarhefti
Niðanfyri er eitt lítið lýsingarhefti til tey, sum umhugsa at fara við AFS. Her kanst tú lesa um hvussu tað er at vera við AFS, um skúlan, familjuna, tey ymsu programmini og studning. Hefti er á donskum (trýst á myndina fyri at lata heftið upp).