Gvøðny í Paraguay

Navn: Gvøðny Maria Áarstein

Føðingardagur: 25.06.1991

Býur/land/ár: Pedro Juan Caballero, Paraguay, 2007-2008

Mál: Spanskt.

Skúli: Eg gekk í 2.s á Centro Regional de Educación “Dr.Raúl Peña”.

Vertsmamma: Francisca Machuca Ricardi (doyði summarið 2011) Vertspápi: Bruno Machuca Ricardi. Vertsbeiggi: Alexis Machuca Ricardi. Vertssystir: Andrea Raquel Machuca Ricardi. Vertssystir: Aline Machuca Ricardi og Dalmy Alicia Machuca Ricardi.

Frítíðarítriv: Eg gekk eina stutta periodu til Guitar, men tað gavst eg við. Annars hevði eg ikki orduliga nakað serligt frítíðarítriv. Eg roykti vatnpípu og drakk terere (eitt slag av té) saman við familjuni.

Besta upplivilsi: Tað má nokk hava verið ferðin til Argentina við vertssystur mínari, Dalmy. Vit ferðaðust við bussi ígjøgnum Paraguay og síðani til Argentina. Tað var í mai mánaða og tað vil siga at tað var mega kalt, men tað gjørdi ferðina nógv meira minnisríkað. Vit vóru í Buenos Aires í 4 dagar, so vit vóru í gongd allatíðina, fyri at uppliva so nógv sum møguligt. Men annars er tað ikki so lætt at siga akkurát, hvat besta upplivilsi var, har eru so ræðuliga nógvar løtur, ið man minnist sum tær bestu.

Ráð til komandi skiftisnæmingar: Tað loysir seg at vera opin yvir fyri øllum, tá ið man er úti sum AFS næmingur. Og eisini lærdi eg, at tað er sera umráðandi at vera sera sera tolin til tíðir, tað verður uppá onkran máta altíð afturlønt við onkrum góðum. P.S. Tíðin gongur alvorliga skjótt, so njót hvørt sekund!!

 

10615870_10152658479526328_1809028802_n 10638108_10152658479521328_184061287_n 10660405_10152658479516328_2140836527_n

Færdigheder

,

Indsendt den

september 1, 2014

1 Kommentar

Indsend Kommentar