Um at vera vertsfamilja við AFS

 

Við at gerast vertsfamilja, verða tit partur av einum stórum netverki av sjálvbodnum – bæði lokalt og altjóða. Tað eru eisini tey sjálvbodnu, sum skipa fyri felags tiltøkum og hjálpa og ráðgeva, um tit gjøgnum árið við skiftisnæminginum hava spurningar ella trupulleikar.

Fyri tær flestu familjurnar gerst skiftisnæmingurin ein týdningarmikil partur av familjuni. Kanska gongur leiðin móti heimlandinum hjá skiftisnæminginum, næstu ferð tit fara út at ferðast?

Fígging

Skiftisnæmingurin hevur sjálvur lummapening við, og AFS Interkultur rindar útreiðslurnar fyri skúlatransport, felags tiltøk o.s.fr. Vertsfamiljan hevur ábyrgd av ”kost og logi” til skiftisnæmingin, sum ikki noyðist at fáa sítt egna kamar, men væl kann deila við einum vertsbeiggja ella –systir, men leggið í geyma, at skiftisnæmingurin má hava pláss til eitt sindur av privatlívi, so øll tey nýggju inntrykkini kunnu sodna.

Tíð

Vanliga eru tit vertsfamilja í 11 mánaðir, men tað er eisini møguleiki fyri at vera vertsfamilja í 5 mánaðir. Gjøgnum uppihaldið hjá tykkum lærir skiftisnæmingurin føroyskt og skapar sær sítt egna lív við skúla, vinum og frítíðarítrivum.

Vertsfamiljan er tað týdningarmesta, tá skiftisnæmingurin skal møta føroyingum og Føroyum. Í byrjanini er neyðugt at nýta eitt sindur av tíð og orku til at læra skiftisnæmingin, hvussu tykkara familja og gerandisdagur er innrættaður, hvussu man letur seg í til tað føroyska veðrið, hvønn borðskikk tit hava heima við hús, hvussu tit vilja, at telefon og internet verður nýtt o.s.fr. Tað hoyrir við til tykkara gerandisdag, at skiftisnæmingurin fær somu reglur og uppgávur sum tykkara børn (um tit hava), men nýt eitt sindur av tíð og orku ta fyrstu tíðina fyri at seta skiftisnæmingin inn í reglurnar hjá húskinum, tí tað kann vera torført hjá skiftisnæminginum at finna út av øllum sjálvur, tá hansara grundleggjandi virðir eru so øðrvísi.

Kemi

AFS setir vertsfamilju og skiftisnæming saman við m.a. at hyggja at frítíðarítrivum, familjubakgrund o.s.fr., men tað er órealistiskt at ímynda sær eitt ár uttan mótvind. Um okkurt gongur galið millum tykkum og skiftisnæmingin, kunnu tit fáa stuðul og vegleiðing frá kontaktpersóninum og teimum sjálvbodnu. Mentanarmunir og trupulleikar við málinum kunnu viðhvørt elva til misskiljingar, og í tí førinum kann man oftast tosa seg til eina loysn. Eru trupulleikarnir ikki til at loysa, so finnur AFS sjálvandi eina nýggja vertsfamilju til skiftisnæmingin.