Stuðul frá AFS

 

Áðrenn skiftisnæmingurin fer avstað, verður hann fyrireikaður við upplýsingartilfari og kunningarlegum. Beint áðrenn hann kemur til Føroya, luttekur hann á einari vælkomstlegu í Danmark, har hann verður kunnaður um skúlaskipan og mentan. AFS í Føroyum sendir umboð úr Føroyum á leguna, sum so fylgir teimum til Føroya.

Undir sjálvum uppihaldinum skipar AFS fyri ymsum tiltøkum og legum fyri skiftisnæmingunum. Harafturat verða fundir hildnir fyri vertsfamiljum, har tit fáa møguleika at deila upplivingar við aðrar luttakarar.

Skúlin er ein týdningarmikil partur av uppihaldinum, og tí syrgir AFS fyri, at skiftisnæmingurin verður skrivaður inn í ein skúla. Á skúlanum fær skiftisnæmingurin ein kontaktlærara, sum syrgir fyri ”skúlapartinum” av uppihaldinum. Teir flestu luttakararnir ganga í studentaskúla, men summir verða koyrdir í 10. flokk, handilsskúla ella tekniskan skúla.

Skiftisnæmingurin skal sjálvandi fylgja teimum reglum, sum eru galdandi í tykkara familju. AFS hevur tó nakrar serligar reglur fyri allar skiftisnæmingar: teir hava ikki loyvi at koyra ”motordrevne køretøjer”, taka rúsevni og heldur ikki er loyvi at tumla. Skal skiftisnæmingurin uttanlands, er tað við serligum loyvi frá AFS.

AFS syrgir fyri ábyrgdar- og vanlukkutrygging til allar skiftisnæmingar, sum eisini ganga undir almennu ”sygesikring”.

Tað er ikki bara sum at siga tað at ”omplante” eitt ungt menniskja úr eini aðrari mentan. Hóast vit gera alt vit kunnu fyri at finna rætta skiftisnæmingin til tykkara familju, so er menniskjaslig ”kemi” ring at mála og viga. Tí hendir tað av og á, at onkrir skiftisnæmingar skifta vertsfamilju, um trupulleikarnir gerast ov stórir og ikki kunnu loysast innan fyri rímiliga tíð.

AFS hevur ”mange års erfaring” við at handfara tær misskiljingar og teir trupulleikar, sum kunnu uppstanda, tá ymiskar mentanir møtast, og vit gera alt vit kunnu fyri at stuðla øllum pørtum í einari flytistøðu. Nógvar familjur vilja royna at vera vertsfamiljur umaftur seinni.