t

Ofta settir spurningar

 

Hvør hjálpir okkum, um vit hava spurningar meðan skiftisnæmingurin er her?
Gjøgnum alt árið er AFS til reiðar at hjálpa við spurningum ella trupulleikum. Tit fáa ein kontaktpersón til familjuna, sum hjálpir við at loysa trupulleikar, og sum er ”fyrsti” føroyski vinurin hjá skiftisnæminginum.

Kunnu vit vera vís í at fáa ein skiftisnæming, um vit melda okkum til sum vertsfamilja?
Tað er ongantíð eitt 100% garanti fyri tí, men eftirspurningurin eftir vertsfamiljum í Føroyum er stórur, og tískil er tað næstan heilt sikkurt, at tit fáa ein skiftisnæming.

Hvussu leingi verður skiftisnæmingurin búgvandi?
Tað veldst um, hvat program, skiftisnæmingurin er tilknýttur. Onkrir eru 5 mánaðir, men teir flestu eru 11 mánaðir.

Hvussu verða vertsfamiljur og skiftisnæmingar sett saman?
Tey sjálvbodnu í ”placerings”bólkinum lesa allar umsókninar frá skiftisnæmingum og vertsfamiljum ígjøgnum, og soleiðis verður eftir førimuni roynt at sett saman. Tað verður tikið hædd fyri familjusamansetingum, serligum matreglum, religión og ”helbredsmæssige forhold”. Eitt gott útgangspunkt fyri einari góðari samanseting eru áhugamál og frítíðarítriv. Tí er tað týdningarmikið, at umsóknir eru so ”fyldestgørende” sum gjørligt.

Kunnu vit sjálv velja, hvønn vit vilja hava búgvandi?
Tað er ”placerings”bólkurin, sum setir tykkum saman, so tit fáa ein AFSara, sum passar inn í tykkara familju.

Skulu vit hava stórt hús fyri at gerast vertsfamilja?
Nei. Tað týdningarmesta er, at tit eru forvitin og hava pláss til ein nýggjan familjulim í lívi tykkara.

Er tað neyðugt at vera ein kjarnufamilja fyri at blíva vertsfamilja?
Als ikki. Tað snýr seg meira um at vilja útvíðka sín horisont, enn familjusamanseting.

Vit hava longu planlagt okkara feriu, kunnu vit gerast vertsfamilja kortini?
Tað er eingin trupulleiki. Tit skulu bara siga AFS frá í góðari tíð.

Kunnu vit fáa ein skiftisnæming, hóast vit ikki duga so væl enskt?
Tað er ikki málførleikarnir, sum eru tað týdningarmesta. Skiftisnæmingarnir, sum koma til Føroya, eru her fyri at læra okkara mentan og mál. Nógvar stuttligar støður kunnu uppstanda í byrjanini, men skiftisnæmingurin lærir skjótt at ”begå sig” á føroyskum.

Hvønn leiklut hevur AFS, meðan skiftisnæmingurin er her?
AFS rindar fyri transport í og úr skúla. Harafturat rindar AFS eisini fyri transportin til legurnar, sum luttakarin skal á gjøgnum árið. Tað er eisini AFS, sum syrgir fyri tí praktiska í samband við skúlan, men vit ráða tykkum til at hava sama samband við skúlan, sum var tað tykkara egna barn.

Hvat gera vit, um vit hava spurningar til umsóknar”processina”?
Tey sjálvbodnu eru altíð til reiðar at hjálpa. Harafturat eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við vertsbólkin á kontórinum hjá AFS.