Soleiðis er umsóknarmannagongdin

Her kanst tú lesa um hvat fer at henda frá tú byrjar tína umsókn,  til tú ert á veg út í heimin sum skiftisnæmingur við AFS. Tú kanst eisini taka yvirlitið niður her.

Far til verka!

Far inn á www.afs.dk og trýst á “Ansøg nu”. Uprætta teg – trýst á send. Síðan fært tú eitt teldubræv við tínum brúkara ID, loyniorði og einari leinkju til tína umsókn. Trýst á leinkjuna, rita teg inn og síðan er tú í gongd við tína fyribilsumsókn. Tú skalt melda teg inn í felagskapin  AFS, og gjalda eitt umsóknargjald á 500 krónur.

Ger tína fyribils umsókn

Fyribils umsóknin rúmar kontaktupplýsingar um teg og tína familju, eina mynd av tær og eitt bræv til tína vertsfamilju. Tað er umráðandi, at tú fyllir út alt í umsóknini og sendur hana, tá hon er liðug. Síðan fært tú eitt teldubræv, tá AFS hevur gjøgnumgingið tína fyribilsumsókn og góðkent hana. Síðan verður eitt pláss lagt av til tey londini, tú hevur ynskt. Vit gera alt fyri at senda teg til títt fyrsta ynski, men til onkur lond eru bíðilistar, og tí kunnu vit ikki veita vissu fyri tí. Tíni foreldur fáa eitt teldubræv, har tey skulu góðkenna, at vit kunnu brúka tínar upplýsingar tú gevur okkum.

Samrøða við AFS

Eftir umleið 4 til 6 vikum setir AFS Føroyar seg í samband við teg. AFS skal hava samrøðu við teg fyri at tryggja, at tínar forvæntningar eru realistiskar, at tú ert nóg búgvin, og at tú veitst, hvat AFS- uppihaldið inniheldur. Tá tín lokalfelag hevur góðkent teg sum umsøkjara, kanst tú gera tína endaliga umsókn.

Luttakaraavtala 

Tá tú nú ert góðkend/ur sum umsøkjari, skalt tú undirskriva eina luttakaraavtalu og gjalda 12.000 kr. í depositum. Síðan fært tú eisini upplýsingar um trygd og treytir, og hvussu tú skalt gjalda restina av luttakaragjaldinum. Ynskir tú at tekna tær eina avlýsingartrygd, má tað gerast samstundis sum depositumið verður goldið.

Tann endaliga umsóknin – minst til alt!

Tú skalt útfylla umsóknina innan 6 vikur frá tí degi, tú hevur fingið boð um, at nú er umsóknin tikin til viðgerðar. Tann endaliga umsóknin er víðfevnandi. Tú skalt hava skjøl bæði frá tínum lækna og tínum skúla. Tú skalt fylgja umóknarvegleiðingini og taka hana við til læknan og læraran. Tað er tín ábyrgd, at umsóknin er útfylt rætt, og at hon inniheldur skjølini, ið eru kravd. Tín umsókn er ikki klár  fyrr enn øll skjølini eru  viðheft og send til okkara. Minnist til at trýsta á “indsend ansøgning” til síðst.

Um tí ynskir at fara til USA, fert tú at fáa eina málroynd við postinum (ELTIS). Tú skalt hava staðið royndina, áðrenn, tú verður sendur til USA.

 

Lokalforeningen kommer på besøg
På et tidspunkt i processen vil du og din familie vil få besøg hjemme af jeres lokalforening. Ved hjemmebesøget kan I få svar på spørgsmål og snakke med lokalforeningen om landevalg og forventninger til opholdet. Hjemmebesøget er obligatorisk og tjener også til, at lokalforeningen får kendskab til jeres familie. Hvis I har spørgsmål om status på din ansøgning eller venteliste, skal I kontakte sekretariatet.

 

AFS Interkultur DK godkender din ansøgning
AFS Interkultur Danmark behandler og godkender din endelige ansøgning. Vi sikrer os, at den indeholder de krævede dokumenter og lever op til værtslandets kriterier. Er der noget, som skal afklares nærmere, vil vi tage kontakt til dig. Nu skal resten af deltagerbetalingen for opholdet betales. Samtidig sender vi dig police på de forsikringer, vi har tegnet for dig.

 

Vertslandi góðkennir tína umsókn

Vit senda nú tína umsókn til vertslandið. Vit seta okkum í samband við teg, um tey í vertslandinum hava spurningar til tín ella um tey halda, at okkurt manglar. Tað er vanligt, at tey spyrja eftir meira kunning.

Tú fært sjálvandi eisini eini boð frá okkum, tá vertslandi hevur góðkent teg sum luttakara í teirra programmi. Tað er ikki fyrr enn vertslandi hevur góðkent tína umsókn, at tú ert góðtikin til eitt skifitsuppihald í júst tí landinum, tú skalt til.

 

Tín vertsfamilja

Nú fer vertslandi í gongd við at finna eina vertsfamilju og ein skúla til tín. AFS- vertsfamiljur eru sjálvbodnar, og tær bjóða síni heim fram til ein skiftisnæming.

Summi fáa vertsfamiljur tíðliga, og onnur fáa familju beint áðrenn fráferð. Tað veldst um, nær familjan, ið passar best til tín, teknar seg sum vertsfamilju. So skjótt vit fáa kunning um tína vertsfamilju, boða vit tær frá. AFS vertsfamiljur kunnu vera sera ymiskar (aldur, kyn o.a.) Tú skalt kanska búgva hjá eini familju, sum er øðrvísi enn tín egna familja. Tað kann eisini koma fyri, at tveir skiftisnæmingar búgva í somu familju.

Tú skalt kanska hava eitt visum

Skalt tú til eitt land, ið krevur, at tú hevur eitt visum, hjálpir AFS tær við at søkja. Vit skulu kanska brúka títt pass (tú fært nærri boð um tað) og eisini nøkur skjøl, sum tú og tíni foreldur skulu skriva undir. Tú fært eini boð frá okkum um, hvat ið er neyðugt fyri at fáa eitt visum. Tú fært passið aftur á flogvøllinum saman við tínum visum og flogferðaseðli.

Tín ferð

Tú fært sendandi eitt ferðabræv frá okkum við fráboðan um fráferð og komu til títt vertsland. Eisini verður viðførisfráboðan o.a. sent áðrenn fráferð.

Tú skalt á fyrireiðingarlegu

Øll skulu á fyrireiðingarlegu. Á leguni møtir tú øðrum, sum eins og tú skulu út í heim við AFS. Á leguni fært tú at hoyra um, hvussu tað er at vera ungur í tínum vertslandi o.a. Legan er kravd og verður hildin í apríl.

Nú byrjar ævintýrið!

Tá tú fer úr Danmark, vera AFS-sjálvboðin stødd á flogvøllinum. Tey syrgja fyri, at tú kemur væl avstað. Tá tú kemur til flogvøllin í tínum vertslandi, vera eisini AFS-sjálvboðin har og taka ímóti tær. Tey hjálpa tær víðari til títt endaliga mál.