Skúlaár í útlondum
At vera skiftisnæmingur við AFS er ein stór uppliving. Í 5-11 mánaðir býrt hjá eini vertsfamilju, gongur í skúla og upplivir eina aðra mentan.
Tá tú ert partur av eini familju í einum fremmandum landi, lærir tú landið og mentanina at kenna á ein hátt, sum tú ongantíð hevði gjørt, um tú ferðaðist sum ferðafólk. Tú fert at uppliva ein øðrvísi gerandisdag, og tú fert at hátíðarhalda høgtíðir á ein øðrvísi hátt. Í staðin fyri at vera áskoðari, ert tú luttakari í høgtíðunum. Hevði tú t.d. kunnað hugsað tær einar stórfingnar páskir í Italia ella at halda nýggjár í Kina – ella hví ikki uppliva suðuramerikanskar sambaveitslur?
Asia, Suðuramerika ella Avstralia? AFS sendur ung út til meira enn 40 lond – hygg at yvirlitinum yvir øll londini, tú kanst fara til. Eisini kanst tú lesa søgurnar hjá luttakarum, ið longu hava verið burtur.
Meira enn 300.000 ung hava verið skiftisnæmingar við AFS, og øll hava ymsar fjølbroyttar søgur at fortelja. Søgur við spenningi og avbjóðingum. Søgur um, hvussu tað er at møta ymiskum mentanum, søgur um vinaløg og søgur um tær kenslur, tú hevur, tá árið er farið.
Hvør ert tú?
- Tú ert millum 15 og 18 ár.
- Tú ert forvitin og áhugaður í heiminum uttan fyri Føroyar.
- Tú vilt fegin royna ein gerandisdag við øðrvísi upplivingum, møta nýggjum menniskjum og fáa nýggjar vinir.
- Tú vil fegin mennast, búnast og tora at standa á egnum beinum.
- Tú vilt fegin royna eitt skúlaár í útlandinum við nýggjum spennandi lærugreinum
- Tú vilt fegin læra ein nýtt mál.
- Tú ert til reinar at búgva hjá einari familju onkustaðni úti í heimi.