Hvat er í prísinum?
Luttakaragjaldið finnur tú undir hvørjum landi sær.
AFS lutakaragjaldið er samlaði prísurin fyri uppihaldi og fevnir um:
- AFS legur bæði áðrenn og eftir uppihaldið
- Kunningartilfar um AFS og at ferðast við AFS
- Visum
- Sjúkra-, ábyrda-, vanlukku- og viðføristrygging
- Ferðaseðil aftur og fram frá Kastrup, Danmark
- Vælkomstlega í vertslandinum
- Ból og biti í vertslandinum
- Skúlabøkur
- Ferðing til skúlan verður afturgoldið fyri seg frá AFS í vertslandinum
- Vegleiðing og stuðul frá AFS, tá tað er tørvur á tí
- Telefondagvakt 24 tímar um døgnið (skuldi eitt hvørt hent – vanlukka ella einhvør kreppa)
- Fráfaringarlega
Hetta skalt tú sjálv/ur syrgja fyri:
- Læknavátta í samband við umsóknina
- Tær koppsetingar, sum krevjast og tørvur er á
- Lummapening
- Skúlabúnað og mat í skúlanum (bert galdandi í summum londum)
- Ferðaseðil til og úr Keypmannahavn