Hví skalt tú fara við AFS?
Lær eitt nýtt mál ella lær eitt mál, tú longu kennir, betur.
Málið er lykilin til at læra eina nýggja mentan at kenna. Tú fert at uppliva, at heimurin letur seg upp fyri tær og gevur tær kunnleika, sum fer at broyta tína hugsjón um heimin fyri altíð. Tann málsligi førleikin kann lata hurðar upp fyri tínum framtíðararbeiði, eins og førleikin fyri at kenna eina øðrvísi mentan fer at gera. Eitt AFS-uppihald gevur tær eina rúgvu av kunnleika um mál og mentan. At duga trý ella fýra mál ger heimin minni og tínar framtíðarmøguleikar størri.
Fá vinir fyri lívið
Tað árið, tú ert burtur, verður tú ein partur av vertsfamiljuni og fert at ganga í skúla saman við ungum á tínum aldri. Teir flestu, ið hava verið eitt ár burtur, hava samband við familjuna og vinirnir frá vertlandinum restina av lívinum. Mong hava verið aftur og vitjað familjuna ella fáa vitjan av familjuni. Her kanst tú lesa um, hvussu fyrrverandi næmingar lýsa sítt uppihald og fáa eina fatan av hvussu tað er at fáa eina nýggja familju. Eisini kanst tú síggja sjónbond á okkara web-sv.
Eitt longdarlop inn í framtíðina
Eitt ár sum skiftisnæminur við AFS er eitt gott longdarlop inn í framtíðina.
Tá títt uppihald er endað, er tín ferð nústani byrjað! Sum AFS’ari fært tú møguleika at luttaka í sjálvbodnum arbeiði í Føroyum. AFS bjóðar bæði tjóð- og altjóðaskeið fyri sjálvbodnum, eitt nú kanst tú blíva leigari á legum o.a.
Út yvir persónlig netverk, geva skeiðini eisini virðismiklar førleikar, sum kunnu brúkast, tá tú skalt víðari undir eina útbúgving.