Evropeiska Sjálvboðistænastan 18-30

 

Evropeiska Sjálvboðistænanstan (EVS – European Volunteering Service) er ein EU-fíggjað ætlan, ið veitir møguleika at gera sjálvboðið arbeiði í Evropa. Studningur frá EU verður givin, sum fevnir um útløgu til fyrireiking, 90% av ferðaútreiðslum (tey síðstu 10% geldur ein sjálvur), trygging, kost, bústað, málskúla og lummapengar, og programmið er av hesum í høvuðsheitum ókeypis at taka lut í.

Ein skal tó sjálvur søkja um upptøku á einum verkevni. Tú kann søkja inn á allar tær verkætlanir, sum eru í tí stóru EU-databsuni yvir EVS-verkætlanir.

Tað sjálvbodna arbeiðið kann fara framm í øllum EU-londum, samt í Íslandi, Norra, Lichtenstein, Turkalandi, Albania og Makedonia, undir fortreytini, at tað er vertslandið, ið søkir um fígging til ætlanina.

Um tú hevur hug at arbeiða í 5-6 mánaðar – ella kanska upp til 1 ár – á eini sjálvbodnari verkætlan í Evropa, er hetta møguliga akkurát nakað fyri teg.

Tú fer sum sjálvboðin at koma sera nær at lokalsamfelagnum í landinum, tú velur at ferðast til, og tú kemur sera nær at fólkunum, ið búgva á økinum, har verkætlanin fer framm. Hetta gevur tær sera góðan møguleika at skilja teirra søgu og virðir. Samstundis lærir tú nógv um eina øðrvísi mentan og fær betri førleikar at skilja avleiðingarnar av annaðleiðis lívskorum.

Trýst á menuknøttarnar til vinstru fyri at lesa meira um allar teir áhugaverdu møguleikarnar. Kanna eisini í okkara álmanakka, nær kunningarfundir verða hildnir um sjálvboðið arbeiði.

GG: Um tú ert áhugað/ur í at ferðast sum sjálvboðin uttan fyri Evropa, so kanst tú lesa meira um Sentio Frivilligprogrammer HER.

 

Hug at arbeiða sum sjálvboðin?