Arbeið sum sjálvboðin

 

Sentio Sjálvboðiðarbeiðið

AFS Interkultur Danmark og nógvar aðrar sjálvboðsorganisatiónir um allan heimin (hvar ið nógvar hoyra uppí AFS netverkið) hava stovnað sjálvboðsprogrammið, SENTIO Volunteering Abroad (SENTIO Sjálvboðin í Útlandinum) fyri ung yvir 18 ár, sum gjarna vilja ferðast út í heimin og arbeiða sum sjálvboðin.
Málið við SENTIO programminum er at geva tær tvørmentanarligar førleikar og møguleika fyri eini persónsmenning, meðan man samstundis gevur eina hjálpandi hánd, har tað er tørvur.
Trýst HER fyri at koma inná SENTIO Vouluteering Abroad heimasíðuna, har tú kanst lesa um tær mongu ymisku uppgávurnar tú kanst velja ímillum, um tí tvørmentanarligu útbúgvingina tú fært ígjøgnum og meira um hvat programmið inniheldur.

 

AFS Samfelagstænasta programmi

Har eru summi lond ið ikki verða bjóða ígjøgnum SENTIO Sjálvboðiðarbeið (Argentina, Australia, Kolumbia, Kosta Rika, Dominikanska Lýðveldi, Egyptaland, Honduras, Malaisia, Meksiko, Panama, Paraguai og Tailand). Um tú gjarna vilt til eitt av hesum londinum, so kanst tú ferðast sum sjálvboðin við AFS Community Service Programminum (AFS Samfelagstænasta programm)- í 3 til 6 mánaðir.

 

Evropisk starvsvernjing (fyri ung millum 18-30 ár)

EVS-programmi gevur ískoyti til, at ung kunnu vera í millum 6 til 12 mánaðir í Evropa og arbeiða sum sjálvboðin. EU-ískoyti rindar fyri ferðinam, trygging, mat, búðstað og lummapengar.

 

Lærara/stuðulslærara programmið

Umframt programmini ið eru nevd omanfyri, bjóðar AFS interkultur eisini onnur programmir.
• Educator Programmi í Nýsælandi
• English Language Assistant í Frankaríki
• Teacher Teach í Kolumbia.

Hug at arbeiða sum sjálvboðin?