Tað kom til tann 10. august, eg vaknaði á hotel Hebron niðri í Keypmannahavn við mammu og ommu míni. Fyrsti tankin eg hevði var “hetta verður sakin!”

 

Komu út á flogvøllin, har var ikki lítið roks av viðførið, men langt um leingi kom eg hartil, at eg skuldi siga farvæl við Evropa, ommu og mammu. Tár fullu, og hjarta bankaði sum aldrin áður. Eg skuldi tó ikki ferðast einsamøll, ein onnur føroysk genta, Rósa, skuldi eisini yvir til USA, og vit komu at vera í nánd allan túrin. “Var hetta nú tað rætta at gera, skuldi eg heldur verið farin í 10. Flokk heima í tryggu Føroyum?” “Nei, eg skal klára hetta og vísa fólki, hvat fyri persónur eg eri.”

Fyrsta tørn av ferðini yvir her var, ein tíma á flog til Amsterdam, tár fullu allan vegin yvir, eg visti at Rósa sat tvær rekkjur framman fyri meg, men eg havi ongantíð áður følt meg so einsamalla.

Komin til Amsterdam, vit fingu at vita, at vit skuldu bara renna tað skjótasta vit kundu yvir til gatina til næsta flogfar. Vit so gjørdu, komin til gatina, fingu at vita, at flogfarið kom at vera eitt sindur forsinkað, men tað fór alt at vera í lagi. Bíðitíðin endaði so við at vera 5 tímar, eg sat fyri tað mesta og græt, 1000 tankar reikaðust gjøgnum høvdið. Eg hevði mína Iphone, so eg ringdi heim og fekk góð ráð frá pápa mínum. Ráðini hjálptu, og eg royndi at síggja ljóst uppá upplivilsið, og síggja fram til tíðina her yviri. Tíð til at fara umborð, og vit øll stein sovnaðu.

Eftir góðar 8 tímar, lendu vit í USA, og bussurin stóð og bíðaði uttanfyri. Tíð var til at siga farvæl við Rósu, og allar danirnar sum eg var í ferðalag við. Bussarnir tóku okkum á eina fyrireikingar legu.
Eg minnist, eg legði meg niður at rokna hvussu nógvar tímar eg hevði ferðast, eg kom so fram til at eg hevði tá ferðast í 24 tímar, tað einasta eg hugsaði, var at skriva til foreldrini hjá mær, um at eg var komin trygt uppá pláss, og at eg fór at leggja meg væl undir dýnuna.

Næsta dagin var so tíð til at møta familjunum, eg var so nervøs, sveittin rann av mær og hjarta dukaði. Familjan hjá mær kom, sum tann síðsta av teimum øllum, og tað var ein fantastiskt kensla, at vita tað, at hetta kom at vera mín familja tað næsta árið.

Eg kom so eitt sindur illa fyri v.v. familju. Tey høvdu innanhýsis trupulleikar, og høvdu ikki nokk av tíð til yvirs til ein skiftisnæming, so AFS valdi at flyta meg. Eitt er sikkurt: tá tú fert avstað við AFS, ert tú tryggur alla tíðina og tey gera alt fyri at tú skalt hava tað so gott sum møguligt. Um tað skuldi verið eitthvørt, er altíð eitt ráð tøkt ella hjálp at heinta. Eg búgvi í verandi løtu hjá einari fantastiskari fyribils familju, sum altíð kemur at vera ein partur av mær.

Eg gangi í einum katólskum privat skúla, fantastiskur skúli, fantastisk fólk, men hann er tó harðari akademiskt enn hvat vanligir fólkaskúlar her eru. Eg spældi Rugby í heyst, og tað byrjar aftur í Mars. Havi møtt nógvum góðum fólkið gjøgnum skúlan og Rugby, so eg byrji orduliga at koma inn í “systemið” her.
Eg havi uppliva eina rúgvu meðan eg havi verið her. Hvørt ár er Homecoming, ið er ein dansur, sum skúlin skipar fyri. Eg fór við nøkrum vinfólkum út at taka myndir, aftaná fóru vit á eina fína matstovu, og síðani í dans. Var virkuliga áhugavert og stuttligt at uppliva.

Halloween er ein tíð, sum mær persónliga ikki dámar so væl, men amerikanarar ganga høgt uppí, og tey gera nógv burtur úr. Hvørt hús er pyntað. Eisini skuldi “Trick and Treat” prøvast.
Eg havi eisini uppliva Chicago uppá tað flottasta, vit fóru ein heildags túr við AFS holdinum her úr umráðnum. Vit fóru millum annað upp í Willis Tower, gingu oman til “The Bean”, gingu runt í býnum, og so sjálvandi eisini eina løtu til shopping.

Nú hevur Thanksgiving akkurát verðið. Thanksgiving hevur so stóran týdning fyri amerikanarar, at vit fingu frí úr skúlanum í nakrar dagar. Thanksgiving er ein dagur har fólk møtast við familju og vinum, eta nógv, og takka fyri alt.

Samanumtikið, havi eg havt eitt fantastiskt upplivilsi, havi møtt fólkið sum eg altíð komi at minnast, havi funnið eina nýggja bestu vinkonu úr Italia, havi lært nógv um landið, og ikki minst málið. Hetta kemur at hava eina góða ávirkan á mína lívsleið. Tit sum hava møguleikan fyri at fara, fari avstað, tit koma ikki at angra tað!

 

 

 

 

Marin Brandsdóttir