Jón á Steig í Finnlandi

Navn: Jón á Steig
Føðingardagur: 06.11.1994
Land/Býur/Ár: Finnland, Helsinki, 2010-2011
Hví valdi tú AFS?
Eg valdi at fara á AFS, tí eg vildi sleppa at royna at búgva í einum øðrum landi og uppliva mentanina ordiliga. Eg helt at besti mátin at fara var at búgva hjá einari familju og ganga í skúla, so eg kundi læra málið, fáa vinir og eitt persónligt samband við staðnum fyri lívið.
Mál: Finskt
Skúli: Tikkurilan Lukio (Tikkurila Studentaskúli)
Vertsfamilja: Mamma, pápi, systur og beiggi
Fríðtíðarítriv: Hevði eingin serlig frítíðarítriv
Besta uppliving:
Vit fóru við AFS á eina ferð til Lapplands, Norðurfinnland, í eina viku. Í flestu londum bjóðar AFS slíkir túrar, har allir AFS næmingar í landinum/økinum verða bjóðaði við og tað er heilt sikkurt nakað eg viðmæli. Har hittir mann fleiri fólkum úr øðrum londum og mentanum, og mann fær heilt vist betri innlit í ta verðina vit búgva í.
Stórsta avbjóðing:
At skula búgva hjá einari aðrari familju. Tað at skula flyta úr sínum egna heimi, har mann hevur sínar fastar rutinur og har mann kennir seg heima, er ógvuliga ringt. Tað er tíbetur skjótt at læra at mann er komin í húsið sum ein nýggjur familjulimur, heldur enn ein gestur á einum hotelli.
Ráð til komandi skiftisnæmingar:
Sum tey siga á donskum, ”tag ja-hatten på!”. Tað er kanska tað ráðið flestu AFS næmingar vildu givið, tí um mann tekur allar avbjóðingar inn við opnum ørmum, so verður uppihaldið túsund ferðir lættari og stuttligari. Tað er eisini umráðandi at minnast, at hetta er títt uppihald, og at árið er títt ár, sum tú skalt liva fyri teg sjálvan ikki nakran annan.

Mykines
Í dag, 5. juni, er fyrstu fer Giulia og Blanche hava verið á Mykinesi. Hesin túrurin hevur verið í teirra huga leingi og tær sóðu ordiliga út til at njóta hann. Veðrið var sera gott og vit høvdu ein góðan túr...

Silja í Italia
Eg eri ein 17 ára gomul genta frá Kollafirði. Eg byrjaði at søkja um at sleppa á AFS í Oktober 2015. Hvat land eg vildi til, visti eg ikki, men tað endaði við at eg valdi Italia. Tann 21. apríl 2016 var eg umborð á Nørruni, áveg heim eftir eina heilt fantastika...

AFS í miðbýnum
19'inda og 20'inda desember standa sjálvboðin í smáttunum í tinghúsgarðinum og kunnað um AFS. Komi ein túr framvið og fái tykkum eitt prát.

Marin í Amerika
Tað kom til tann 10. august, eg vaknaði á hotel Hebron niðri í Keypmannahavn við mammu og ommu míni. Fyrsti tankin eg hevði var “hetta verður sakin!” Komu út á flogvøllin, har var ikki lítið roks av viðførið, men langt um leingi kom eg hartil, at eg skuldi siga...
Tíðindi í samband við COVID-19
Som en konsekvens af at COVID-19 fortsætter med at sprede sig, har AFS i hele verden valgt at afslutte alle igangværende værte-programmer før tid og hjemsender nu alle så hurtigt det bliver muligt. Lokalforeningen på Færøerne samarbejder med AFS-Danmark om at håndtere...
Aðalfundur 2020 – fyribils avlýstur
Aðalfundurin hjá AFS Føroyum, ið skuldi vera hóskvøldi 19. mars 2020 kl. 19.00 er fyribils avlýstur. Nærri boð koma seinni.
From one island to another
Hey tit! It's Giulia, also known as Eatalian. I am spending the school year 2016/2017 in the Faroe islands and it has been already more than three months since I arrived, I know, time flies. Since I come from the southern region of Italy (Sicily), the "impact" with...
Skiftisnæmingar 2016
7 august stóðu vit øll spent á flogvøllinum, at taka ímóti komandi skiftisnæmingarnar Paul (Frankaríki), Giulia (Italia) og Blanche (Frankaríki). Næmingarnar blivu heinta nirri í Danmark av tveimum AFS sjálvbodnum, har tey hava verið á eina legu við øðrum...

Túrur við Norðlýsinum
Sunnudagin 22. mai bjóðar AFS næmingum og vertfamiljunum við á eina spennandi ferð við Norðlýsinum. Siglt verður runt um Hestoynna. Túrurin verður fyriskipaður av AFS-Føroyum, sum ein part av fleiri tiltøkum, ið eru fyriskipaði fyri næmingunum, sum júst nú eru á AFS í...