At vera skiftisnæmingur er ein lívsroynd – Rósa í USA

At vera skiftisnæmingur er ein lívsroynd – Rósa í USA

Rósa Heinesen – skiftisnæmingur í Cedar Rapids, Iowa, USA í 2004/5

Avgerðin at fara til USA sum skiftisnæmingur í eitt ár var ein hin mest avgerandi, eg havi tikið í lívinum. Tað var eitt ár, sum lærdi meg ómetaliga nógv bæði um meg sjálva og um umheimin. Tað gav mær ein víðkaðan sjónarring og evni so sum sjálvsálit, tol, dirvi og ikki minst væl mentar málsligar førleikar. Tað lærdi meg ikki at døma tað, eg ikki kenni, og tað hevur givið mær ein fyrimun frameftir í øllum tí, sum eg havi gjørt síðan, so sum arbeiði, lesnaði, starvslesnaði og fleiri uttanlandsferðum. Eg fekk vinir frá fjarðskotnum londum, sum eg enn – 11 ár seinni – havi samband við og gleði av. Eg fekk eina eyka familju, sum enn kallar meg teirra dóttir og systir, og eitt eyka heim, sum eg altíð kann ferðast til.

At vera skiftisnæmingur er ein lívsroynd, sum eg viðmæli øllum ungum gentum og dreingjum, uttan mun til um tú ert framlig/ur ella smæðin av lyndi. Hóast upplivingarnar kunnu vera sera ymiskar, so er ein felagsnevnari fyri allar, og tað er, at tú fert at mennast ómetaliga nógv, og tað tú lærir, fer at gagna tær alt lívið.