Blív vertsfamilja

 

Eru tit áhugað í at møta fremmandum mentanum uttan sjálv at skula ferðast heimin runt?

Hava tit havt eitt barn úti í heimi við AFS og ynskja tit at geva einum skiftisnæmingi úr einum øðrum landi eina ógloymandi uppliving?

Ella eru tit ”en internationalt orienteret” familja ”med appetit på verden”?

So kunnu tit fáa eina aðra mentan inn um tykkara egnu fýra veggir við at opna tykkara heim til ein av okkara skiftisnæmingum.

Nógv av tí, sum vit føroyingar taka sum eina sjálvfylgju, er fremmant og eksotisk, tá man kemur aðrastaðni frá, og sum vertsfamilja fáa tit møguleika at síggja føroysku mentanina frá einum øðrum sjónarhorni. Heima við køksborðið kunnu tit læra um borðskikk og matvanar í tí landinum, sum skiftisnæmingurin kemur frá. Tað kunnu uppstanda nógvar løgnar støður gjøgnum árið – tá skiftisnæmingurin, sum ikki veit hvat rugbreyð er, skal smyrja sín fyrsta matpakka. Kanska verður tað fyrstu fer hann roynir at súkkla. Kanska verða vetrarmánaðirnir fyrstu ferð, hann byggir ein kavamann…

Filmsrøður við verstfamiljur