Til foreldur

Heimurin minkar, og nýggj lond hava fingið stóra ávirkan nú á døgum. Globaliseringin merkir størri samstarv á øllum økjum, og krøvini um bókligan førleika vaksa alsamt. Tørvurin á at kunna seta seg inn í ein øðrvísi hugsunarhátt og at duga eitt fremmant mál, sum menniskju frá øðrum mentanum eru uppvaksin við, verður størri. Tað er ikki nokk at duga væl enskt. Eitt skiftisuppihald gevur barni tínum eina størri fatan av øðrum mentanum og menniskjum, og fer at lata upp fyri nýggjum møguleikum. Nógvar fyritøkur síggja ein fyrimun í, at fólk, tær skulu seta í starv, kenna til eina aðra mentan enn sína egnu. Tí er skiftisuppihaldið ein modernað dannilsisferð og ein góð íløga í framtíðina.