Hvat er í prísinum?

 

Luttakaragjaldið finnur tú undir hvørjum landi sær.

AFS lutakaragjaldið er samlaði prísurin fyri uppihaldi og fevnir um:

  • AFS legur bæði áðrenn og eftir uppihaldið
  • Kunningartilfar um AFS og at ferðast við AFS
  • Visum
  • Sjúkra-, ábyrda-, vanlukku- og viðføristrygging
  • Ferðaseðil aftur og fram frá Kastrup, Danmark
  • Vælkomstlega í vertslandinum
  • Ból og biti í vertslandinum
  • Skúlabøkur
  • Ferðing til skúlan verður afturgoldið fyri seg frá AFS í vertslandinum
  • Vegleiðing og stuðul frá AFS, tá tað er tørvur á tí
  • Telefondagvakt 24 tímar um døgnið (skuldi eitt hvørt hent – vanlukka ella einhvør kreppa)
  • Fráfaringarlega

Hetta skalt tú sjálv/ur syrgja fyri:

  • Læknavátta í samband við umsóknina
  • Tær koppsetingar, sum krevjast og tørvur er á
  • Lummapening
  • Skúlabúnað og mat í skúlanum (bert galdandi í summum londum)