í vikuskiftinum 13.-15. mai verður árliga fyrireikingarlegan hjá AFS. Eins og vanligt hava tey sjálvbodnu í felagsskapinum skipa fyri leguni í Nólsoy.

Á leguni koma næmingar at verða fyrireikaðir, til programmini, ið teir skulu byrja uppá, eftir summarferiuna.

í ár fara 19 ungir føroyingar av landinum við AFS, og vit gleða okkum sjálvsagt at síggja tey øll á leguni, og gleða okkum til eitt hugnaligt, og læruríkt vikuskiftið, saman við teimum øllum.

Fyrireikingarlegan er ein avgerandi partur av øllum AFS programmum. Á leguni fara vit sjálvbodnu undir at “preppa” tey, ið skulu avstað, til teirra tíð uttanlands við AFS.

Tað er sjálvsagt ikki nøkur løtt avgerð hesi ungu, og familjur teirra, hava tikið. Og tað krevur sjálvandi eina ávísa fyrireiking at flyta til eina aðra familju, í einum øðrum landi, við einum øðrum máli og einari aðrari mentan. Tískil er legan eisini ein kravdur partur av AFS programminum.

Bogi Larsen, Nevndarlimur og sjálvboðin.